- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Sandoyartunnilin verður 10,8 km. langur og verður harvið longsti tunnil í Føroyum. Lægsta punkt er 155 metrar undir havbotninum og mesta hallið er fimm prosent, eins og í nýggja Eysturoyartunlinum.
Sonni á Horni, júst fráfarni borgarstjórin í Fuglafirði, er fyrsti maður vit møta við tunnilsmunnan sandoyarmegin. Hann koyrir dumpara og tað dámar honum væl.
Jógvan Nicodemussen, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, sigur frá ymsum søgum á gomlu farleiðini um Skopunarfjørð. M.a. tá hann og Dánjal mammubeiggin fóru til Skopunar til gomlu Rituna eftir einari ryssu.
Vágbingurin Bárður Gunnarstein Nielsen er landmátari og saman við honum fara vit inn á botn í tunlinum sandoyarmegin. Bárður greiðir frá, at nú eru vit úti undir Skopunarfirði.
Olaf Emil Vesturtún koyrir dumpara og tað dámar honum væl. Hann greiðir frá, at sjálvur dumparin vigar 32 tons og hann tekur 40 tons av gróti, so hann er ógviliga tungur tá hann koyrir grót úr tunlinum.
Ruth Olsen ger mat til arbeiðsfólkið í Ungmannafelagnum Samljóð í Skopun. Arbeiðsfólkið, sum kemur aðra staðni frá, býr tætt við í skúrum. Ruth sigur, at tað verður eitt heilt annað lív hjá fólkinum í oynni, tá Sandoyartunnilin er tikin í brúk.
Gullbrandur Tungá koyrir eina stóra gummiged, har grótið verður fylt í haganum omanfyri tunnilsmunnan. Hann er glaður fyri at hava fingið henda møguleikan áðrenn hann um stutta tíð verður pensiónistur.
82 ára gamla Sólvá Nielsen í Skopun minnist nógvar ringar túrar við gomlu bátunum um Skopunarfjørð. Sólvá sigur, at mamma sín mintist fyrstu trillibøruna sum kom til Skopunar.
Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, greiðir frá muninum millum Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin, sum júst er tikin í brúk. Hann sigur, at tunnilin verður liðugur sum ætlað seinast í 2023.
Sakaris Zachariasen, sum koyrir grót við lastbili streymoyarmegin, gleðist um, at Sandoyggin verður partur av meginøkinum. Hann býr í Skálavík og nú brúkar hann nógva tíð at bíða eftir ferjuni.
Kristian Stórhamar, anlegsleiðari hjá NCC streymoyarmegin, sigur, at higartil hava teir borað umleið 60 prosent av tunlinum. Í seinastuni hava nógvir lekar verið, og tí hevur nógv betong verið pumpað inn í fjallið fyri at tetta. Og jóannis Joensen greiðir frá tettingini.