- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Í hesum fyrra partinum frá vitjanini í Sandoyartunlinum verður greitt frá arbeiðnum á Gomlurætt og inni í tunlinum streymoyarmegin. Kristian Stórhamar, anlegsleiðari hjá NCC, vísir okkum runt á arbeiðsplássinum og í tunlinum og greiðir frá. Hann sigur, at dentur verður lagdur á at hava somu arbeiðsgongdir alla tíðina, so arbeiðið gongur so skjótt sum gjørligt.
Frank Müller hevur ábyrgdina av stoypingini í tunlinum og greiðir frá tí. Hann sigur, at tað er ein stór avbjóðing at fáa betongið avpassað inn móti helluni. Jóanis Joensen, sum er ein av roynastu tunnilsmonnunum, koyrir gummigeit inni í tunlinum. Hann byrjaði í trøllanestunlinum í áttatiárunum og hevur síðani verið við til at gera nógvar tunlar, bæði í Føroyum og í Noregi.
Meiken Hansen og Heidi Hansen vaska á støðini hjá NCC á Gomlurætt. Tær eru glaðar fyri arbeiðið. Olaf Berg, elektrikari, sigur, at tað er ikki fyri sartar sálir at vera elektrikari her. Teir skulu alla tíðina vera klárir til skiftandi uppgávur.
Norðmaðurin Reidar Trengereid, sum vit hitta innast í tunlinum, hevur verið við at gjørt yvir hálvthundrað tunlar tilsamans. Av teimum eru fleiri undirsjóvartunlar.
Sjúrður Joensen, vanliga nevndur Sjúrður í Koltri, er mekanikari í smiðjuni hjá NCC á Gomlurætt. Tá vit hitta hann í smiðjuni, arbeiðir hann uppá eina stóra maskinu og hann greiður frá sínum arbeiði.
Tórhallur Thomsen stendur fyri grótkoyringini úr tunlinum streymoyarmegin. Hann sigur, at tilsamans koma umleið 60.000 lastbilaless úr tunlinum hesumegin.
Jógvan Nicodemussen á Sandi, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, sigur frá minniligum túrum um Skopunarfjørð. Hann sigur, at tunnilin er avgjørt neyðugur fyri at fáa ungfólk at støðast í Sandoynni. Samstundis hevur hann við sær stórar avbjóðingar fyri sandoyingar, ikki minst fyri handlarnar í oynni.