- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Heilt síðani stóri studentagarðurin á Oyrasundi í Keypmannahavn varð bygdur í 1969, hevur hann drigið nógvar lesandi føroyingar til sín og tað ger hann framvegis. Tí hevur hann eitt stórt pláss í hjartanum hjá føroyingum og nógv nostalgi er knýtt at Oyrasundi.
Sagt verður, at Oyrasundskollegiið er størsti studentagarður í Norðurlondum. Her eru 1024 leigumál og umleið 1.500 fólk búgva her. Hildið verður, at umleið helvtin eru føroyingar. Tí er tað ikki so løgið, at føroyingar kenna seg heima her og ofta ganga í inniskóm millum blokkarnar og íbúðirnar, sum tað kemur fram í hesi sending á Oyrasundi.
Annars eru hesi fólkini við í sendingini á Oyrasundi: Anna Armgarðardóttir Brimnes, Karin Katrina Liliendal, Torstein Mýlingstind, Pauli Øssursson Mohr, Birita Joensen, Sunneva Tausen Magnussen, Kristian Vágsheyg Kruse, Karla Egholm, Stefan Lamhauge Hansen, Brandur Mortensen Nolsøe, Heðin Arge, Tórður Hentze og Femja Mortensen.