- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Allir næmingarnir á Húsarhaldsskúla Føroya á hesum skeiðnum eru gentur. Tær hava júst verið úti og fiskað við Draganum, ið virkar sum skúlaskip í Klaksvík. Tær fingu nokkso fitt og nú ger helvtin av næmingunum fiskafrikadellur til døgurða. Hin helvtin er uppi í skúlastovuni og hevur teori um føðslu.
Á hesum túrinum á Húsarhaldsskúlanum eru vit eisini saman við teimum á Syðradali, tá næmingarnir taka upp eplir og mairøtur og ikki minst tá tær fletta saman við bóndanum. Endamálið er at læra alt frá grundini av. Síðani fara tær at gera blóðpylsu, rullupylsu og annað av seyðinum og hava føroysk epli og røtur afturvið.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúlanum, sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at næmingarnir læra um føroyska matmentan og um okkara tilfeingi. Harafturat læra tær um kroppin, um heilsu og rørslu, alskins handarbeiði, so sum at gera síni egnu føroysku klæði, at seyma, glaslist, silvurarbeiði o.a.
Hugtakandi er at hoyra Jóhonnu á Tjaldrafløtti greiða frá søguni hjá skúlanum. Um undangongukvinnurnar, ið løgdu lív og sál í at fáa ein húsarhaldsskúla. Nú er so avgjørt at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík og væntandi verður arbeiðið boðið út um ársskiftið. Hetta fer at geva heilt aðrar møguleikar, bæði fyri húsarhaldsskúlan sjálvan og fyri tað skeiðsvirksemi, ið skúlin skipar afturat sjálvum húsarhaldsskeiðnum.
Tær, sum vit tosa við á túrinum á Húsarhaldsskúla Føroya, eru: Birita við Gil, Kamilla Enomoto, Sólva í Niðristovu Olsen, Jórun Andreasen, Bjørk Joensen, Halda Rasmussen, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Sólva J. Joensen, Anna Arnholdsdóttir, Rebekka Højsted, Poulina Eliasen, Elinborg Osvaldsdóttir, Albjørg Joensen, Maigunn Berg, Gudrun Bláskor, Sóley Jacobsen, Poulina Brim Joensen, Naomi Petersen, Jakobina Petersen og Anna Jóna Johansen