Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Kinabrekkuni og Mattalág í Havn
26-10-2020
Bæði Kinabrekkan og Mattalág hava eina serliga søgu aftanfyri navnið. Tey, ið eru uppvaksin her, hava nógvar at siga frá á hesum túri

Inga Simonsen, sum er uppvaksin í Mattalág, gongur við okkum í Kinabrekkuni og yviri í Mattalág og sigur frá ymiskum minnum og søgum. Sum smágenta hoyggjaði hon og børnini spældu í Prestlág, sum nú er ein vøkur viðarlund. Hon greiðir eisini m.a. frá urtagarðinum Bines Kilde, sum hevði eina serliga søgu. Hann er ikki til meira.

 

Djóni Andreasen býr framvegis í barnaheiminum í Kinabrekkuni har hann eisini er føddur. Foreldrini hjá Djóna keyptu húsini frá Dánjali Danielsen, sum  vanliga varð nevndur Dollin. Hann fór til Afrika sum trúboðari fyri Brøðrasamkomuna og Óli Jacobsen hevur skrivað bók um hann. Djóni sigur, at navnið Kinabrekkan kom við Christian Clementsen, vanliga nevndur Kissa í Kina. Hann kom úr Kina úti á Reyni og flutti út higar. Og navnið Kina úti á Reyni kom, tá onkur var og vitjaði har og mundi dottið tá viðkomandi kom inn um gáttina. "Nú mundi tú endað í Kina", segði onkur og soleiðis kom navnið.

 

Johannes Jensen og Anna Dahl búga á Landavegi 65. Staðarnavnið er í Grið og í dag eru tey nærum ein partur av viðarlundini í Prestlág. Hetta eru ættarhús hjá Johannesi og hann var nógv hjá ommuni og abbanum í uppvøkstrinum. Tí hevur hann serligar kenslur fyri húsunum og ivaðist ikki tá møguleiki var at keypa tey. Skrokkurin er tann sami og gamla laðaða grundin setur sín serliga dám á í kjallaranum. Í ovaru hæddini setir tann ráði betongmúrurin eisini ein serligan dám á. Annars er alt gjørt av nýggjum innan. Støddin á húsunum er tann sama, men har hjallurin var á endanum, hava Anna og Johannes gjørt eitt kamar. 

 

Dia og Jónveig Arge búgva í barnaheiminum hjá Dia í Mattalág, á Mattarlágarvegi 4. Langabbin bygdi húsini og her eru bæði Dia sjálvur, mamman og abbin fødd. Dia er fróðarmaður og veit nógvar søgur frá forfedrunum, og í húsunum er ein hópur av gomlum lutum. Einir 2.000 fermetrar eru eftir av trøðni í Mattalág, og her hava Jónveig og Dia bæði heimaseyð, dunnur og hønur og tað dámar teimum sera væl. 

 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023