Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um føroysk húsdjór
20-04-2020
Í nógvar øldir tæntu føroysku húsdjórini trúliga okkara forfedrum. Nú eiga einstaklingar lívið í teimum sum eftir eru og onnur eru farin

Torgerð Matrast á Langasandi hevur føroyskar dunnur, og nógv fólk kring landið hava fingið dunnur frá henni við áminning um at halda slagið reint. Føroyska dunnan hevur eins og onnur føroysk húsdjórasløg øld eftir øld lagað seg eftir okkara viðurskiftum. Hon er minni í vavi enn tær útlendsku og klárar seg væl. Torgerð hevur eisini nakrar gæs av tí gamla føroyska slagnum og tær eru eisini minni enn tær útlendsku. 

 

Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarfrøðingur, greiðir frá seyðinum, sum í veruleikanum er tann sami sum kom til landið við glandnáminum og hann hevur lagað seg til okkara viðurskifti. Hann hevur livað og lagað seg til okkara viðurskifti øll árini vit hava búleikast her. Heilivágurin og røktin hava gjørt, at seyðurin nú á døgum er nógv størri enn fyrr. Á Royndarstøðini hava tey havt tvær kýr standandi ,yri at vita um nakað føroyskt gen er eftir í teimum. Men Jens Ivan staðfestir í sendingini, at føroyska kúgvin er farin.

 

Á Royndarstøðini máta tey føroysku rossini fyri at staðfesta hvussu tey eru bygd, so tey fáa sín egna standard at ala eftir. Signa Joensen av Signabøgarði og Elisabet Thomsen úr Hvannasundi greiða rossunum. Tær siga, at tað er umráðandi at finna eitt brúksvirði fyri føroysku rossini. Tey eru ikki egnað at ríða kapp móti teimum útlendsku, men tey eru væl egnað at draga ymiskt og serliga væl egnað eru tey til børn, tí tey eru so tolin og spakfør. Signa og Elisabet eru sannførdar um at vit sjálvsagt eiga at hava okkara egna rossaslag.

 

Heiðrún Sigurðardóttir, kynbótafrøðingur úr Íslandi,  mátar rossini. Hon er hugtikin av at føroyingar hóast alt hava klárað at varðveitt føroyska rossið, sum er væl egnað til lendið í Føroyum. Okkara ross er eitt sindur styttri og væl lægri enn íslendski hesturin, men beinini og hógvarnir eru sterk. Nú eru tey 87 í tali, men tað er neyðugt at koma upp á 200 ross fyri at tryggja stovnin.

 

Karl Johan Nielsen í Vatnsoyrum tók í 1978 stig til at stovna Felagið Føroysk Ross. Tá hildu nógv fólk, at tað gamla føroyska rossið var horvið. Men við miðvísum arbeiði varð staðfest, at tað var ikki farið og álítandi blóðkanningar staðfestu, at føroyska rossið er eitt egið ross, ið ikki líkist nøkrum øðrum. Hetta gav mót um at fara undir at ala undan nøkrum útvaldum rossum. Karl Johan heldur, at at føroyska rossið hevur góðar eginleikar, sum føroyingar ikki hava dugað nóg væl at virðismett.

 

Jóna Adelaide Ólavsdóttir er forkvinna í Felagnum Føroysk Ross. Hon sigur, at felagið leggur dent á styrkirnar hjá okkara rossi. Tey eru serliga tolin, blíð og rólig. Tey eru væl egnað til alt uttan kappingar móti útlendskum rossum. Lendið tolir betri føroysk ross, tí tey eru lættari og bíligari at hava. Fleiri og fleiri fáa eyguni upp fyri dygdunum hjá føroyska rossinum. Stóra ynskið hjá felagnum beint nú er at fáa neyðugu lógarbroytingina, sum gevur loyvi at útflyta ross, so fólk uttanfyri Føroyar sleppa at hjálpa til at varðveita rossið.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023