Við Tórði á túri

Við Tórði á koronatúri
06-04-2020
Evnið á hesum túrinum er koronasmittan. Kortini er tað ikki so nógv sjúkuna, tosað verður um, men meira við fólk, ið eru ávirkað av smittuni

92 ára gamla Óluva Dalsenni í Klaksvík skýggjar koronasmittuna og tí er hon bara innandura. Hon samskiftir við familjuna á Ipaddinum. Fyri nøkrum døgum síðani fekk hon eitt langommubarn afturat, men higartil hevur hon bara sæð lítla dreingin á Ipaddinum. Óluva hevur búð einsamøll í nógv ár og keðir seg ikki eina løtu.

 

Hóast fleiri dagar eru síðani flakatrolarin Gadus kom á Klaksvík úr Barentshavinum, noyðast hjúnini Elsubeth og Eli Pousen at tosa saman í telefon og at vinka til hvørt annað, hóast fáir metrar eru millum arbeiðsplássini. Manningin hevur sjálv landað skipið, tí fólk úr landi sleppa ikki umborð. Og strongu koronatiltøkini gera at Eli, sum er teknikari og hevur nógvar ymsar uppgávur umborð, má gera seg fullkomiliga lidnan, áðrenn hann kemur í land. Elsubeth er stjóri á frystihúsinum Northern Fish Cold Storage, ið hevur tikið ímóti veiðuni hjá Gadusi. Nú gleða tey seg nógv til Eli kemur í land í morginári.

 

Ólavur Biskopstø, sum verður skipari við Gadusi komandi túr, hevur givið manningini boð um at taka øll fyrivarni. Nú teir fara avstað í morgin, hava allir verið í sóttarhaldi í einar 14 dagar. Ólavur sigur, at allir hava tikið støðuna í stórum álvara og hann hevur fingið nógvar spurningar frá teimum. Nú vóna teir og biðja eftir, at koronasmittan ikki tekur seg upp umborð. Hendir tað, veit Ólavur ikki hvat so hendir.

 

Kendi fótbóltsleikarin Rannvá Biskipstø Andreasen hevur havt koronasjúkuna, og í tríggjar dagar lá hon á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum. Men nú er hon frísk, hóast hon enn ikki orkar tað sama sum frammanundan. Rannvá mælir fólki til at halda ráðini frá myndugleikunum og hon harmast um at hoyra, at summi ikki halda sóttarhaldið. Tað heldur hon vera skammiliga sjálvsøkið, tí tað kann vera ógviliga vandamikið fyri onnur.

 

Ásla Heinesen í Haraldssundi er 93 ára gomul og hon keðir seg ikki eina løtu, hóast hon nú er einsamøll allan dagin. Men hon skilir ikki hvussu alt kann broytast so skjótt. Í sínum langa lívi hevur hon ikki upplivað nakað líknandi sum hesa koronastøðuna. Ásla sigur, at einki fólk sæst uttandura í Haraldssundi, og sum støðan er støkkur eingin inn á gólvið hjá hvørjum øðrum.

 

Skúlastjórin á Skúlatrøð í Klaksvík, Vagn Foldbo, er nøgdur við gongdina í heimaundirvísingini. Gjøgnum telduna fáa allir næmingar sín heimasetning frá læraranum og so er tað annars sum vanligt heimaarbeiði, har foreldrini viðhvørt mugu koyra undir næmingarnar. Hann sigur, at við hesum arbeiðsháttinum ger skúlin sær nýggjar royndir, sum í ein ávísan mun fara at broyta frálæruna í framtíðini. Skúlastjórin í Klaksvík býr í Leirvík, har vit hitta hann.

 

Hvíldarheimið Naina í Havn hevur í hesum døgum eina heilt øðrvísi uppgávu. Nú er tað sóttarhald. Um hálvan mars fóru búfólkini, sum tá vóru á Hvíldarheiminum, heim og so bleiv heimið gjørt klárt til sóttarhald. Birna Joensen, leiðari á Hvíldarheiminum, sigur, at vanliga er móttøkan tað týdningarmesta, so búfólkini eru trygg. Nú er alt vent á høvdið, tí starvsfólkið kemur ikki í samband við tey í sóttarhaldi, sum skulu halda seg á kamarinum. Samskiftið við tey gongur umvegis leiðaran, ið so gevur boðini víðari til starvsfólkið.

 

Mouritz Mohr, stjóri á Mest, fekk koronasmittuna og smittaði onnur starvsfólk í fyritøkuni. Sjálvur er hann komin fyri seg aftur, men hetta hevur ávirkað eini hálvthundrað fólk á Mest, tí 11 fólk hava fingið smittuna, umframt at nógv fóru í sóttarhald. Hann heldur seg vera smittaðan í Vestmannaoyggjum, har nógv hava verið verið sjúk síðani. Mouritz rósar landslæknanum og hansara fólki, sum regluliga ringdu fyri at frætta hvussu tað gekk.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023