Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Dali
23-03-2020
Vakra bygdin Dalur er tann syðsta í Sandoynni. Vegurin gjøgnum bergið er ótíðarhóskandi, og tey gleða seg nógv til at dalstunnilin verður liðugur

Frágerða góði frásøgumaðurin Jóanes Johannesen sigur, at Dalur er fyrstu ferð nevnd umleið 1400. Men bygdin er helst væl eldri enn tað, tí hon hevur fleiri gomul norrøn staðarnøvn. Jóanes greiðir frá Skorini, sum er eitt gott fitilendi og hevur havt stóran týdning fyri bygdina, og frá spennandi kópaveiðuni og somuleiðis tá dalbingar eftir kríggið høgdu royðugrót, ið bleiv útflutt til Danmarkar fyri nógvar pengar.

 

Snikkarahjallarin er einasta arbeiðspláss í Dali. Her starvast trý fólk. Stjórin, Bødvar Hjartvarsson, hevur tveir lærlingar afturat sær. Tey hava nóg mikið at gera og millum arbeiðini, sum nú eru á skránni, eru nýggir benkur til Húsa kirkju.

 

Kristina Joensen og Steintór Djurhuus og tey bæði børnini, tvey ára gamli Sam og tríggjar mánaðar gamla Mia, eru nýggjasta familjan í Dali. Kristina er úr Fuglafirði og Steintór er dalbingur. Tey siga at Dalstunnilin, sum nú verður gjørdur, og Sandoyartunnilin hava gjørt, at tey tóku avgerð um at flyta til Dals. Tey hava yvirtikið húsini hjá ommu Steintór og fara at innrætta tey av nýggjum. Kristina skal hava eitt atelier í garðinum. Hon sigur, at hon gleðir seg til at seta dám á bygdina og saman við Steintóri ætlar hon at leggja gomlu mentanina í Dali niður í børnini.

 

Nøkur fólk í dansifelagnum Stígum fast skipa saman við øðrum fyri kvøldsetum í Dali um summarið. Endamálið er at vísa ta gomlu føroysku mentania fram. Vilhelmina Larsen og Henny Johannesen siga, at tað eru serliga útlendingar, ið hava áhuga fyri kvøldsetuni 

 
Tríburðarnir í Dali vaktu stóran ans kring alt landið, tá tey komu í verðina í 1965. Tá Ólavur Nolsøe fór nýggjan túr, visti hann ikki at konan var við barn. Tað fekk hann at vita á bryggjuni í Vestmanna átta mánaðir seinni, tá hann kom aftur av skipi. Tá var konan farin á Hvíldarheimið, tí hon skuldi eiga tríburðar. Kortini mátti Ólavur avstað aftur og børnini vóru ein mánað gomul, tá hann sá tey fyrstu ferð. Hann sigur, at han var fyri tað mesta til skips međan børnini vuksu upp. Tað var neyðugt fyri at fáa margarin upp á breyðið, sigur hann skemtandi.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023