Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um Jóhonnu TG 326
16-03-2020
Sluppin Jóhanna er 136 ára gomul og í samfull 124 ár hevur hon havt heimstað í Vági. Í dag verður sluppin tikin upp og vit nakrar eldsálir

Tað er ikki so løgið, at sluppin Jóhanna er ein býarmynd í Vági, tí her hevur hon havt heimstað í samfull 124 ár. Hon hevði sama eigara frá 1896 til Felagið Jóhanna TG 326 við Ova Mikkelsen á odda varð stovnað og setti hana í stand. Sluppin varð smíðað í Suðuronglandi fyri 136 árum síðani.

 

Nú er tað Guðmundur Kárason Jacobsen, sum er eldsálin í Jóhonnu, og øll eru á einum máli um, at hann eigur lívið í sluppini í Vági. Hann er sjálvur skipstimbrari, umframt at hann er stjóri á Vágs Skipasmiðju og formaður í Felagnum Jóhonnu TG 326. Sjálvur sigur Guðmundur, at allar eldsálirnar hava avgerðandi týdning. Hann roknar við at Jóhanna fer at standa uppi í 14 dagar í minsta lagi. Og á skipasmiðjuni vóna teir turt veður, tí tað er neyðugt tá skip verður kalfatrað.

 

Meðan vit vitja á Vágs Skipasmiðju verður Jóhanna tikin upp á sleipistøð. Hon skal gerast klár til siglingina í summar. Sonur Guðmund, Pál Guðundsson Jacobsen, er spentur at fara at kanna botnin á Jóhonnu saman við pápanum. Páll lærir til skipstimbrara og hann er tann einasti í Føroyum sum er. Hann vónar, at onkur lærlingur kemur afturat.

 

Bjarni Brattaberg og Hans í Líðini eru millum teir hjástøddu, tá Jóhanna verður tikin upp. Teir hava mangan brattan farið við sluppini. Báðir hava verið skiparar mangan túrin, og í sendingini greiða teir frá minniligum túrum við sluppini millum lond.

 

Arni Dahl var millum stigtakararnar at varðveita Jóhonnu, ið skuldi søkkjast. Men í evstu løtu varð felag sett á stovn og stigtakararnir fingu Ova Mikkelsen sála at standa fyri. Arni Dahl hevur av sínum eintingum goymt alt tað gamla skjalatilfarið frá reiðaravirkseminum hjá forfedrunum á Gørðunum. Tað er á loftinum, har kona Arna hevur Toystovuna í Vági.

 

Vágbingurin Óli Petersen, sum var við á stóru flaggsiglingini seinasta summar, sigur, at Jóhanna hevur ómetaligan týdning fyri Vág. Hann harmast tó um, at áhugin ikki er størri millum tey ungu. Kortini verða tiltøk gjørd fyri at skapa áhuga millum tey ungu. M.a. verða pitsatúrar gjørdir við sluppini um summarið.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023