Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Hoyvík
09-03-2020
Hoyvík er bara tað sum er innanfyri gomlu bøgarðarnar, sigur gamli útvarpsmaðurin Janus Mohr í Hoyvík. Alt tað nýggja omanfyri er Hoyvíkshagin

Janus Mohr, sum er barnvaksin í Hoyvík og hevur búð har alt lívið, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Nógv fólk siga gamla Hoyvík, men tað er ikki rætt, sigur Janus. Hoyvík er parturin innanfyri gomlu bøgarðarnar og býlingurin uttan garðar. Alt omanfyri er Hoyvíkshagin. Hann greiðir eisini frá serligu søguni hjá Hoyvíksgarði, tá ódagar komu upp millum bóndan og fútan, tí fútin vildi hava Hoydalar at planta skóg í, men bóndin vildi ikki. Úrslitið varð, at fútin um ár 1800 tók hálvan Hoyvíksgarð. Umleið 1920 bleiv tann parturin latin Royndarstøðini í Hoyvík.

 

Doris og Bjarni Hansen høvdu búð í Danmark í fleiri ár, men droymdu alla tíðina um at koma heim aftur og búgva í náttúruni og ikki so langt frá Havnini. Bjarni kom fyrst einsamallur til Føroya og hann keypti húsini í Hoyvík, uttan at Doris hevði sæð tey. Men hetta var eitt sera heppið val, sigur Doris, tí alt húski hevur trivist sera væl her. Sethúsini hjá Doris og Bjarna eru beint omanfyri sætið hjá Tjóðsavninum. Húsini stóðu upprunaliga í sparikassagarðinum í Havn, men vórðu flutt niðan til Hoyvíkar í 1921.

 

Nógv fólk svimja í sjónum í Hoyvík. Nú eru hjúnini Nina og Petur Even Djurhuus í Hoyvík eisini farin at svimja eftir regluligu rennitúrarnar. Petur Even er uppvaksin í Hoyvík og hevur nógv góð minnir niðri á støðni. Hann minnist m.a., at hoyvíkingar settu gørn á víkini í sjeytiárunum og fingu nógva sild.

 

Jákup Símun Simonsen er uppvaksin og býr í býlinginum uttan garðar. Tann fyrsti niðursetumaðurin her, Simon Joensen av Glyvrum, kom til Hoyvíkar at laða garðarnar fyri hoyvíksbónda og búsettist her. Flestu fólkini í hesum býlinginum eru eftirkomarar hjá honum. Sonur Jákup Símun, 10 ára gamli Axel Holm Simonsen,  er hugagóður at geva seyðinum kraftfóður, men hann heldur, at várið og lembingin er tann hugaligasta tíðin at fáast við seyðin. Konan í húsinum, Ingilín Holm, sigur, at eitt nú nýggjárshaldið hevur stóran týdning fyri samanhaldið í býlinginum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023