- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
101 ára gamli Poul Olsen hevur alt lívið búð í Toftalíð og hann greiðir m.a. frá sínum sera drúgva arbeiðslívi. Hann sigur, at hann hevði ikki droymt um at hann skuldi gerast so gamal.
Britt Kirke Djurhuus hevur nógv heit minnir frá barnaárunum í Toftalíð. M.a. minnist hon hvussu góð øll tey eldru fólkini í býlinginum vóru við seg. Hon og systirin vóru ofta ørindi fyri mammuna, sum hevði handil.
Rúna Wenningsted Hansen er úr Skopun og hon trívist væl í Toftalíð í Vági. Hon er uppvaksin við at síggja inn í onnur hús og tí dámar henni sera væl at hava so gott útsýni út á fjørðin. Ikki minst nú sonurin plagar at vera við báti á floti. Maðurn Bjarni Johansen sigur, at tað er nógv broytt í Toftalíð síðani hann var smádrongur. Tá vóru fleiri handlar. Nú er eingin.
Vágur er eitt gamalt pláss, sum er samansett av nógvum býlingum. Hans í Líðini greiðir frá býlingunum. Til stuttleikar nevnir hann, at ein gøta fekk navnið sinktaksgøtan, tí har vóru fyrstu húsini í Vági sum fingu sinktak.
Dussan (Kitty Leo) er ein av kvinnunum í Vági, sum koma saman hvønn mánadag at binda til treingjandi fólk í Rumenia. Síðani kemur Absalon Matras úr Klaksvík eftir klæðunum, ið fara við bussinum beinleiðis til Rumenia.