Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Hellunum
10-02-2020
Hesa tíðina av árinum fagna tey á Hellunum sólini, sum hevur verið burtur í tríggjar mánaðir. Hellurnar er ein av okkara yngstu niðursetubygdum

87 ára gamli Eli Jensen, sum er elsta fólk á Hellunum, greiðir frá fyrstu niðursetufólkunum. Tey settu búgv í 1849. Navnið á bygdini er væl valt, tí nógvar hellur eru í bygdini, bæði størri og smærri.

 

Atli Johannesen er longu farin at velta og gera klárt at seta niður eplir í vár. Og konan Jórun Eið Johannesen greiðir frá sólkomudegnum. Tað eru 12 ár síðani tey á Hellunum fyrstu ferð høvdu hetta serliga tiltakið í sambandi við at sólin aftur sær á bygdina, eftir at hon hevur verið burtur í tríggjar mánaðir á hávetri.

eini

Hjúnini Hansina og Elibert Kerá greiða frá, hví tey settu búgv á Hellunum, ið er heimbygdin hjá Hansinu. Elibert er oyndfirðingur og sá øll barnaárini yvir á Hellurnar. Nú sær hann yvir á heimbygdina.

 

Justinus Eidesgaard og konan Poula eru farin á skúlabonk fyri at læra seg at menna konsept í sambandi við ferðavinnuna. Tey hava bygt eini gomul hús uppaftur úr rekaviði og Justinus sigur, at nú ætla tey sær av álvara at bjóða seg fram í ferðavinnuni.

 

Símun Hans Jacobsen hevur røktað hagapartin Rustakamb omanfyri bygdina síðani 1966. Seyðahugurin er framvegis stórur og hóast hann nú er 81 ára gamal, orkar hann framvegis væl og fírir ikki fyri at fara niðan í røkurnar. Konan Sonja Jacobsen hevur bygt ein prýðiligan urtagarð oman yvir eina stóra hellu niðanfyri húsini. Tað var nógv arbeiði at gera urtagarðin, men um summarið gleðir hann nógv fólk sum koma til Hellurnar.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023