Vísindavøka (teknmálstulkað)

Vísindavøka '23 - Noomi Reinert í Dali, Fróðskaparsetrið - teknmálstulkað
27-02-2024

Noomi Reinert í Dali, Fróðskaparsetrið. Føroysk bond, til nyttu og prýðis í klædnamentanini Noomi í Dali er tekstildesignari og hevur Master í Vaksinútbúgving og Lív-langari læring og Kandidat í Didaktik Materiel Kultur. Hon er námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og undirvísir í handarbeiði og kreativari námsfrøði. Noomi í Dali granskar í klædnamentan og klædnafrøði við serligum denti á siðbundna tøkni og á framleiðslu, nýtslu, endurnýtslu og burturbeining av klædnatilfari. Framløgan hjá Noomi í Dali snýr seg um siðbundnu bondini, sum hoyra til føroysku mentanina og verða nýtt í sambandi við tjóðbúnan.

Vísindavøka (teknmálstulkað)

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.