Vísindavøka - Fyrilestrar

Vísindavøka '23 - Margretha Thomsen, Landssjúkrahúsið
13-02-2024
Sálarheilsa hjá føroyskum barnakonum

Margretha Thomsen er ljósmóður og arbeiðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Hon er í løtuni eisini masterlesandi í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.

Margretha Thomsen fer at greiða frá eini verkætlan hjá Sanne Storm um sálarheilsu hjá føroyskum barnakonum undir viðgongutíðini og eftir føðing, sum hon hevur verið við til at savna dátur inn til. 

Vísindavøka - Fyrilestrar

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Endamáls-drivin verklig undirvísing í alisfrøði
31-01-2023
Tøkni í støddfrøðiundirvísing – eitt undurverk ella ein vanlukka?
24-01-2023
Ph.D í jarðalisfrøði, Cand.scient, B.Sc, Maskinmeistari Jarðhitamodellering í Føroyum. Hvussu broytist hitin í undirgrundini í sambandi við nýtslu av jarðhita?
17-01-2023
Sjóvarfals appin Rák 5 ár
20-12-2022
Burðardygt matsjálvbjargni – eitt tíðarrák, ein diskursur og ein framtíðarvisjón
13-12-2022
Miðlasløg í føroyskum tónleikaútgávum
06-12-2022
Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum
29-11-2022
COVID-19 og andevni yvir tíð
22-11-2022
Føroyar, religión og sekularisering: Eitt norðurlendskt undantak verður til.
15-11-2022