Vísindavøka - Fyrilestrar

Vísindavøka '23 - Margretha Thomsen, Landssjúkrahúsið
13-02-2024
Sálarheilsa hjá føroyskum barnakonum

Margretha Thomsen er ljósmóður og arbeiðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Hon er í løtuni eisini masterlesandi í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.

Margretha Thomsen fer at greiða frá eini verkætlan hjá Sanne Storm um sálarheilsu hjá føroyskum barnakonum undir viðgongutíðini og eftir føðing, sum hon hevur verið við til at savna dátur inn til. 

Vísindavøka - Fyrilestrar

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Koranir, bíbliur og ælabogar: Stríðið um talufrælsið í altjóða politikki
12-12-2023
GPS og dronu yvirvøka avdúka loyndarmálini hjá havhesti í Føroyum
05-12-2023
FarGen – fyrstu úrslitini
28-11-2023
El Niño og føroyskt havklima
21-11-2023
Eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum
14-11-2023
Samlaða talið av avlúsingum er lítið tengt at lúsamarkvirðinum
07-11-2023
Kortlegging av økjum við ódligum rák-aldu-samspæli kring Føroyar
31-10-2023
- Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, Ílegusavnið
21-03-2023
- Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetur Føroya
14-03-2023
- Marnar Fríðheim Kristiansen, Landsjúkrahúsið
07-03-2023
- Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi
28-02-2023
FAMEOS - Eygleiðingarskipan við tíðarrøðum fyri lívfrøðiliga margfeldið og vistskipanina á Landgrunninum
21-02-2023