Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - felagsskapir
14-12-2020
Tá tú sært rusk liggja á vegnum ella í náttúruni, tekur tú tað tá upp og leggur tað í næsta ruskílatið tú sært?

Vónandi gera vit øll tað, men onnur fara eitt stig víðari og skipa ruddingina, soleiðis at tey sjálvi og onnur fáa møguleikan at gera nakað gott fyri Føroyar og náttúruna. Henda rudding hevur ymisk skap, sum tey í ?fýra plastikk um dagin?, ?rudda Føroyar? og ?ringrás? siuga okkum frá.

Tey, sum luttaka í sendingini hesaferð eru Annika og Svein Rógvi Ljósstein, Sigrun Mohr og Ingmar Valdemarson á Løgmansbø.

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •