Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - ung
07-12-2020
Tey ungu skulu taka yvir, har tey eldru sleppa, men hvør er uppgávan, sum liggur framman fyri teimum?

Kennist henda uppgáva ov stór, nú tey dagliga hoyra um, hvussu ringt verðin hevur tað?

Tað eru tey ungu, sum rópa varskó, nú veðurlagið broytist og frumskógirnir vera brendir. Tað eru eisini tey ungu, sum eru mest útsett fyri veðurlagsótta og ótta um eina dapra framtíð, har veðurlagsflóttar eru normurin. Tað hjálpir tó at kenna, at tú gert nakað fyri at broyta støðuna, sum hon er nú. Tað siga tveir av gestunum í sendingini, Bjørt Sigurdsdóttir Lamhauge og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum báðar hava ein aktivan leiklut í bardaganum fyri veðurlagnum.

Afturat teimum luttekur Kathrina Lindenskov Holm í sendingin hesaferð.

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •