Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - Hugburður
24-08-2020
Tað kann tykjast sum ein stór uppgáva hjá tær og mær at bjarga umhvørvinum, men summi eru, sum gera tað tey kunnu.

Tær nýtist ikki at hava eitt fátækari lív, um tú velur at lata vera við at fylgja streyminum, og hugsa um umhvørvið heldur enn at eiga tað nýggjasta nýggja, og tú kanst gera ein mun, um tú velur at deila ta vitan tú hevur, við onnur.
Í hesari sending tosa vit við Gunnhild Dahl Niclasen og Martin Andreas Kruse, sum halda grønu kósina á hvør sín hátt

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •