Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - matoyðsl
10-08-2020
Matoyðsl er ein trupulleiki, ið røkkur víða, og sum hevur avleiðingar bæði fyri okkum og fyri umhvørvið.

Sjálvt um matoyðsl snýr seg um meira enn tann mat, sum tú og eg tveita í ruskspannina, so er tað ein trupulleiki, sum vit eiga lut í, og hava vit høvdið við okkum, tá vit til dømis fara til handils, so kunnu vit gera okkurt munagott fyri umhvørvið á hesum øki.

Luttakarar í hesari sending eru Gutti Winther, Gunnhild Dahl Niclasen, Kári Andreasen og Elsa Berg

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •