Umhvørvið og eg

Umhvørvi og eg - hiti
23-07-2020
Nógv av orkuni, ið verður nýtt í Føroyum, fer til at hita okkara hús og bygningar, og her er grøna leiðin eisini at hóma.

Tá tað snýr seg um varandi orkukeldur, ið skulu nýtast til hita, er jarðhiti tað, øll tosa um. Men hvat er jarðhiti, og hvaðan kemur hesin hiti?
Eisini verður í hesi sending tosað um oljuna og hvat tað er við henni, sum dálkar so illa.
Luttakarar í hesari sending eru Meinhard Eliasen, Jana Ólavsdóttir, Óluva Eidesgaard, Maria Chun Nielsdóttir og Eyðun Eliasen

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •