Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - Streymur
20-07-2020
Vit brúka streym til meira ella minni alt, sum vit takast við í dag, og nýtslan veksur á hvørjum ári.

Men hvaðan kemur streymurin, og hvussu líður við at sleppa av við oljuna í streymframleiðsluni?

Eisini geva serfrøðingar okkum góð ráð um, hvussu vit kunnu tálma streymnýtsluni til frama fyri bæði pengapung og umhvørvi.

Luttakarar: Kári Mannbjørn Mortensen, Bjarti Thomsen, Eyðun Eliasen, Bjarni Kjærbæk

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •