Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - endurnýtsla
13-07-2020
Sumt av tí tilfari sum vit tveita burtur, sleppur at liva longur - kanska í øðrum hami enn, tá vit nýttu tað.

Í 'Umhvørvið og eg' fer tað hesaferð at snúgva seg um lívrunna tilfarið, sum kann gerast til sankutø, og um endurnýtslu av góðum tingum, sum vit geva Dugna at selja víðari.

Luttakarar í sendingini eru millum onnur Súsanna Berg, Dennis Holm, Elin Lindenskov, Elsa Berg, Allan Mørkøre og Rúna Hansen.

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •