Tann valdsmikla tøknin

Tann valdsmikla tøknin
28-11-2019

Í tí talgilda meldrinum, sum menniskjan hevur skapt, er ongin hvíld. Fartelefonir, teldlar og teldur hava kollvelt okkara tilveru og broytt okkara samveru. Uppaling, skúlaskapur og arbeiðslív eru ikki, sum tey vóru, og mong vita ikki, um tey skulu hálova gongdini ella óttast hana. Í sendingini verður ljós varpað á talgildu tøknina sum vin og fígginda. Meðan fleiri ávara ímóti ótálmaðari skíggjanýtslu, halda onnur, at børn og ung mugu búgvast til eina tøkniliga framtíð - eisini í fólkaskúlanum.

Tann valdsmikla tøknin

Í tí talgilda meldrinum, sum menniskjan hevur skapt, er ongin hvíld. Fartelefonir, teldlar og teldur hava kollvelt okkara tilveru og broytt okkara samveru.

Lagt til rættis: Uni Arge. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.