Sement

Sement 2023: Annað innleiðandi umfar (2:4)
15-04-2023
Í øðrum innleiðandi umfari skulu tveir finalistar finnast afturat

Kringvarpið sendir beinleiðis frá 2. umfari av tónleikakappingini Sement, sum verður hildin í Reinsarínum í Havn. Seks bólkar og einstaklingar kappast.

Ungdómstoymið Biit stendur fyri framleiðsluni. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.

Sement

Tónleikakappingin Sement verður fyriskipað á hvørjum ári. Tað er Tórsgøta í Havn, ið skipar fyri. Endamálið við kappingini er at geva einstaklingum og bólkum eina lopfjøl inn á tónleikapallin. Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis frá Sement. 

Í 2015 høvdu Konni Kass, Sissal Grækarisdóttir Magnussen, Iron Lungs, Tummas Eivind & Hans Arni og Rökkvi spælt seg í Sement-finaluna
02-06-2015
  •