Sálarkvøl

Sálarkvøl
04-11-2021

Filmin Sálarkvøl hevur Eir í Ólavsstovu gjørt. Tá ið Eir gekk í studentaskúla í Hoydølum, kom hon at kenna Elina Josefinu Smith, listakvinnu, tær vórðu vinkonur, men brádliga ein dagin gjørdist Elin sálarsjúk, gavst i skúlanum og flutti til Danmarkar, vinfólkini fingu ongantíð at vita, hvat veruliga hendi. Filmurin er ein rannsóknarferð aftur í tíðina at finna út av, hvat hendi tá. Á ferðini kemur fram, hvussu stórt tabu sálarsjúka var fyri 40 árum síðani, og hvussu tøgnin og manglandi vitanin um sálarsjúku, var við til at oyðileggja lívið hjá einari ungari gentu. Men hóast filmurin er beiskur í støðum, so hendir tað gleðiliga, at vit síggja, hvussu Elin sum frá líður fær vaksandi álit á mammu sína, og vreiðin, sum Elin hevur følt øll hesi árini, byrjar at hvørva.

Sálarkvøl

Filmin Sálarkvøl hevur Eir í Ólavsstovu gjørt.  

Sálarkvøl er ein rannsóknarferð aftur í tíðina. Á ferðini kemur fram, hvussu stórt tabu sálarsjúka var fyri 40 árum síðani, og hvussu tøgnin og manglandi vitanin um sálarsjúku, var við til at oyðileggja lívið hjá einari ungari gentu.

04-11-2021