Ringurin í Atlantis

Ringurin í Atlantis
01-04-2021

Rundkoyringin í Eysturoyartunlinum er longu vorðin heimskend. Myndirnar av listaverkinum undir havsins botni vóru at síggja í altjóða miðlum, og 77 ára gamli listamaðurin greiddi frá um sálina í grótinum. Í hesum dokumentarinum fylgja vit tilgongdini at evna tey sjey tonsini av cortenstáli til eitt listaverk, sum kransar grótsúluna í rundkoyringini. Sjálvur er Tróndur Patursson ikki í iva. Hetta telist millum lívsverkini, og hann hevur lagt alla sína vitan og royndir í arbeiðið.

Lagt til rættis: Hans Petur Hansen og Ivan Hentze Niclasen.

Ringurin í Atlantis

Í hesum dokumentarinum fylgja vit tilgongdini at evna tey sjey tonsini av cortenstáli til eitt listaverk, sum kransar grótsúluna í rundkoyringini í Eysturoyartunnilinum, sum Tróndur Patursson hevur gjørt.

Lagt til rættis: Hans Petur Hansen og Ivan Hentze Niclasen.