Lesikrókurin

Lesikrókurin: Bøn fyri Tjernobyl
05-04-2021
Hesaferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl, eftir Svetlana Aleksijevitj, umrødd í Lesikrókinum.

Munnborna søgan um eina kjarnorkuvanlukku
Svetlana Alexievich hevur havt viðtal við mong hundrað fólk eftir vanlukkuna í Hvítarusslandi, tá ið kjarnorkureaktorurin í Tjernobyl sprongdist í 1986 – um ræðuleikarnar tá, hvussu menniskju brendust burtur av geislavirkni og óttan, øðina og óvissuna, tey framvegis liva við. 

Sjónvarps-stuttrøðin Cherno­byl, sum vann ­tíggju ­Emmy Awards og tvær Golden Globe Awards, er fyri stóran part grund­að á tekstir í hesi bókini. 

Vanlukkan tann 26. apríl 1986 er ringasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð er hend, og hon dálkaði tríggjar fjórðingar av Evropa.  

Røddir úr Tjernobyl er fyrsta bók, sum sigur frá persónligu sorgarl­eikunum. Tey, ið ávirkað vórðu av niðurbræðingini, vóru øll frá vanligum borgarum til sløkkiliðsmenninar, sum vórðu sendir beint inn í hetta helvitið at basa geislingini. Tað eru teirra søgur, vit hoyra í hesari skakandi bókini. Bókin er sett saman av einrøðum hjá hesum menniskjum, sum skera inn á bein.

Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015.

Edvard S. Olsen, týðari, Jóhanna Lava Køtlum, lívfrøðingur, og Uni Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosa um bókina.

Eyðun Klakstein leggur til rættis.

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesaferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl, eftir Svetlana Aleksijevitj, umrødd í Lesikrókinum.
05-04-2021
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan, Ein annar er gull, eftir Sólrún Michelsen
03-03-2021
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan Gentan í Verðini eftir Katrina Ottarsdóttir.
10-12-2020
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan Móðurmjók eftir lettiska rithøvundan Noru Ikstena.
20-10-2020
Poddvarp um Leksikon um ljós og myrkur eftir Simon Stranger.
02-10-2020
  •