Gestastovan

GESTASTOVAN: 'Nýtt víkingaskip í anda Hovgríms'
06-09-2021
Tí grøvin hjá Hovgrími, høvdinga, finst í Hovi, átti hann at verið størsti átdrátturin í føroysku ferðavinnuni, heldur Júst Johannesen frá felagnum Víkingaskip.

Tað kom dátt við, tá henda samgongan tók burtur stuðulin til Víkingaskipið í Hovi, sum var játtaður frammanundan. Men Júst Johannesen er kortini ikki fallin í fátt.

Abbin var bátabyggjari, sjálvur er hann timburmaður, men hann hevur í hyggju eisini at læra seg timburskipa-smíð. Og møguleikan fær hann, tí hann er verkætlanarleiðari í stóru víkingaskips-ætlanini í Hovi, har norska Gokstadskipið frá ár 890 verður endurmyndað í føroyskum timbur-hondum. Júst Johannesen hevur eitt stórt tal av áhugum, og framfýsnið er stórt. Har hendir nakað, tá Júst av Tvøroyri setur sær tað fyri.

Honum dámdi væl sjómannalívið, tó lívið lagaði seg soleiðis, at hann við hamara í hendi býtti høgu aldurnar út við høg hús. Í dag kenna vit best Júst Johannesen sum undangongumann, harav føroyska útgávan av Gokstadskipinum kannn vera ein lívsætlan. Í víkingatíð ráddi Hovgrímur í Hovi í fleiri oyggjum og heimstaður hjá víkingskipinum verður eisini Hov. Okkara gestur ætlar at fáa sær annað eftirnavn, og unnustan sigst vilja tað sama, men av eini aðrari grund enn hansara, ja, áhugavert er og tað er bara at lurta.

Gestastovan 6. september 2021 (tann seinasta av tíggju summar-prátsendingum 2021).

 

Gestastovan

Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Hetta er ein sending um álvara og gaman. Elisa Vang er frælslynt og smílandi; tað gevur henni eginleikan at ganga á odda í herferðini móti fiti-skamman, sum er ein fobi.
30-08-2021
Trina Eysturoy er høg og ryggurin rættur; eisini í fluttari merking, tí hon er talskvinna fyri eina fylking, sum stríðist fyri betri lívsdygd hjá nógvum fólkum í Føroyum.
23-08-2021
Sum hálvvaksin valdi Knút Olsen tað mangan baldruta sjólívið. Seinni varð sjálvt lívið baldrut, men í dag er hann glaður og trívist. Í frítíðini hjálpir hann til í HB.
16-08-2021
..ístaðin bleiv tað til prestastørv í fleiri londum, tó í dag er hann mentanarstjóri í SALT á Tvøroyri; ein stovnur, sum hann sjálvur fekk gjørt til veruleika saman við øðrum.
09-08-2021
Elin Hentze í Havn er blivin kend sum oddafólk í fylkingini fyri betri bústaðarmøguleikum í Føroyum. Talan er um felagið 'Búgva' og Facebook-bólk við sama endamáli.
02-08-2021
Staddur í Onglandi og á einum vegamóti, men samkyndi Eiler Fagraklett vildi ikki lata eg kúga og tók støðuna, at tað mest rættvísa er, at Føroyar broyta seg. Og ikki hann.
26-07-2021
Á Tvøroyri er framburður og eisini bókstaviliga grør um gangandi fót hjá Turið Vestergaard í Dali, sum er náttúrufólk, ið spákar millum blómur og pílar. Og koladungar.
19-07-2021
Poul Jákup Thomsen vildi liva og ikki bara 'yvirliva'. Tí valdi hann at fara gjøgnum møtumiklu pínuna frá fortíðini og harvið vinna tað góða lívið, sum hann livir í dag.
12-07-2021
Dagliga vegleiðir Vivian Sjóðklett fólki í sjálvsrannsakan og positivum lívsbroytingum. Men hon hevur eisini samband við tað útvenda og trívist væl á motorsúkklu.
05-07-2021
  •