Frítíð og náttúra

Túrur millum bygningar og eftir láglendi í Koltri
18-09-2020
Vit ganga túr saman við fyristøðumanninum í Koltri, sum nú er ein savnsoyggj undir Tjóðsavninum

Í Koltri er gamli býlingurin, Heima í Húsi, væl varðveiddur og hús og úthús eru umvæld og endurbygd. Náttúran í Koltri er serlig. Ein partur er høgur - Uppi á Oyggj - og eysturendin er lágur - Fjallið, sum er lægsta fjall í Føroyum. Vit dvøljast við Neystið, Norðuri í Gerði, á Eiðinum á, við Nónrók, á Fjallinum, oman fyri Tangan og Heima í Húsi.

 

Frítíð og náttúra

Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum. Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.
Gøtan Norður um Fjall gongur gjøgnum Myrkjanaroyrifestið ella hagan hjá Biskopsstøðgarðinum. Vit ganga túr saman við festaranum Archibald Black
31-08-2019
Ikki so galið við lundanum í Mykinesi í ár, heldur Jón Aldará. Hann hevur talt pisur, men hevur ikki samanborið við undanfarin ár enn
24-08-2019
Vit dvølja við Kirkjuvatn saman við Óla Erlingssyni. Kirkjuvatn hevði týdning fyri fámjiningar og var mett til eina mørk í jørð
17-08-2019
Saman við Óla Erlingssyni ganga vit úr bygdini og niðan á eitt tað vakrasta vatnið í Føroyum, Kirkjuvatn, í fyrsta parti eftir gøtuni
10-08-2019
Fyri einum 25 árum síðani fór grágásin aftur at verpa í Føroyum. Fyri at fáa vissu fyri, hvussu stórur stovnurin er, verða grágæs taldar hvørt ár
03-08-2019
Saman við Helga Wolles gongur "Fritíð og Náttúra" túrin eftir gomlu bygdagøtuni norður á Trøllanes
27-07-2019
Túrur norður á Dal við Tummasi Frank
20-07-2019
Eftir gøtuni av Hellunum til Oyndarfjarðar, saman við Jústinusi Eidesgaard
13-07-2019
Vit ganga túrin gjøgnum líðina úr Elduvík til Oyndarfjarðar eftir bygdagøtuni saman við Jústinus Eidesgaard
06-07-2019
Summi verja náttúra, umhvørvi og fugl, men stundum má náttúran víkja.
24-09-2018
Á túrinum við Jógvani Thomsen eru vit komin suður á Borðuna. Hann greiðir frá søguni um vitan og lívið á Borðuni.
17-09-2018
Jens Christian Carlsson hevur fiskað laks í Saksunarvatni í 50 ár. Og Jógvan Thomsen sigur frá túri suður á Borðuna
08-09-2018