1984

1984 (2:2)
25-01-2024

Seinni partur heldur fram eftir summarfrítíðina ta fyrsta árið, tá sjónvarpið byrjaði at senda. Fleiri nýggj starvsfólk eru komin - eitt nú Árni Gregersen og Bergljót Debes Hentze, sum væl minnist sín fyrsta arbeiðsdag í august mánað 1984. Fleiri nýggjar sendingar leggjast afturat Dagur og Viku eftir steðgin. Eitt nú Barnaløtan við Sakarisi Hammer og Eir í Ólavsstovu. Tey ungu fáa eisini ein sending, umframt at Mál & Mentan sær dagsins ljós.

Lagt til rættis: Finnur Koba.

1984

 "Sjónvarp Føroya, gott kvøld!" Soleiðis ljóða allarfyrstu orðini hjá Jógvani Asbjørn Skaale, tá hann 3. mei 1984 trínur fram á skíggjan og kann greiða frá, at nú er klárt at senda.

Sjónvarpsstjórin hevur tá í eitt heilt ár fyrireika nýstovnaða almenna stovnin, sum skal avloysa privatu sjónvarpsfeløgini, sum eru farin í søguna.

Í tveimum pørtum lýsa vit drúgvu tilgongdina frá at privat sjónvarpsfeløg byrjaðu at senda síðst í 70'unum til 1984, tá Sjónvarp Føroya byrjar at senda.

Saman við fleiri av teimum, sum komu at mynda sjónvarpið fyrstu árini, lýsa vit hesa tilgongdina fram til 1984. Hetta fyrsta árið varð merkt av, at nøkur fá undangongufólk kundu slóða fyri og stápla ein tíðinda- og mentanarstovn á beinini.

25-01-2024
- Ein søga um, hvussu sjónvarpið føddist fyri 40 árum síðani
18-01-2024