- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Plátan streyk beinleiðis inn á fyrstaplássið á enska albumhittlistanum og sambært The Guiness Book of British Hit Albums var tað fyrstu ferð at tað hendi fyri ein kvinnuligan artist. Harafturat rakk verkið til eitt fjórðapláss á US Album Chart hjá Billboard í Amerika, har tað eisini varð nominerað til Grammyvirðisløn. So vit kunnu uttan himpr nevna 'Faster Than The Speed of Night' sera væleydnaða.
'Total Eclipse of the Heart' var eitt óvanliga stórt hitt hjá Bonnie Tyler tað; størsta síðan 'It's a Hearache'.
Steve Wolf og Ronnie Scott smíðaðu 'It's A Heartache' og teir virkaðu eisini sum managarar fyri Bonnie Tyler, tó bara so longi sum hon var hjá RCA. Tyler kundi ikki torga countrykenda stílin, sum hon klaustrofobiskt føldi, at teir kroystu hana í. Og tá sáttmálin rann út í 1981/82, fór Tyler upp í liðið hjá David Aspden Management. Næsta stigið var at skriva undir sáttmála við Columbia Records. Hetta var í 1982 og stutt seinni fóru hon og managarin á fund í New York við Jim Steinman. Tyler hevði hoyrt Meat Loaf framføra tónleikin hjá Steinman á einari konsert og hon var hugtikin. Við sær til New York høvdu tey demoir av 'Have You Ever Seen The Rain' og 'Goin' Through The Motions'. Á næsta fundi teirra millum legði Jim Steinman fram fyri tey 'Total Eclipse Of The Heart' og samstarvið var endaliga staðfest. Bonnie Tyler segði einaferð í samrøðu soleiðis:
-Hann, altso Steinman, segði mær tað ikki fyrr enn seinni, at hevði hann ikki dámað demosangirnar, hevði hann ikki havt brýggjað seg um at skriva og framleiða fyri meg, tí hann helt tá, at vit ikki tosaðu sama mál.
'Total Eclipse of The Heart' er tað yvirhøvur størsta hittið hjá Bonnie Tyler. Eins og í Amerika var tað ovast á Bretska singlehittlistanum. Sambært hagtølum í 2023 hava seks milliónir fólk keypt staklagið.
Plátubarrin 8. apríl 2023 (á 40 ára føðingardegnum hjá 'Faster Than the Speed of Night').