- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Men eisini 'Last Train to London', 'Midnight Blue', og 'Shine a Little Love' hava verið nógv spæld. Hetta var eitt nýtt E.L.O., har nýtslan av synthezisara hevði við sær, at bólkalimirnir minkaðu í tali.
Miðilin, SputnikMusik, heldur plátuna vera undirmetta og førir fram, at hon er betri enn hon átti at verið. Tað skal skiljast soleiðis, at talan var um uppfylgjaran til bólksins besta album, 'Out of the Blue', frá 1977. SputnikMusik leggur aftrat, at 'Time' frá '81, ið var uppfylgjari til Temaplátuni, eisini er betri enn hon átti at verið. Miðilin tók støði í, at tað er tað mest vanliga, at næsta albumið eftir eitt stórverk, sjáldan kemur stórverkinum upp til kníggja. Og mangan er eitt vónbrot. Men soleiðis var ikki hjá Electric Light Orchestra í 1979 og 1981.
Plátubarrin 18.2.23