- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Kendasta temalagið, 'Turn Me Loose', var eisini fyrsta staklagið frá aktuellu Temaplátuni, Loverboy, frá 1980. Í ferbruar 1981 var lagið til taks á singleplátu, men á amerikanska Hot 100 rakk tað ikki longur enn til Top 40. Øðrvísi var í Føroyum, her lagið varð tráspælt á diskotekunum. Í heimlandinum, Kanada, var hagtalsliga úrsltitið fyri hesa a-síðuna eitt 9.pláss á popplistanum fyri stakløg. Næststørsta hittið á Temaplátuni er 'The Kid Is Hot Tonight'.
Harðrokkbólkurin, Loverboy, hevur selt fleiri enn 23 milliónir plátur. Hann varð stovnaður í 1979 og tær fyrstu tríggjar albumútgávurnar eru tær best umtóktu. Í Amerika bleiv hittið frá 1981, 'Working For The Weekend', størsti rokkvarðin, meðani fólk á okkara leiðum best dáma 'Turn Me Loose' frá 1980 Temaplátuni.
PB 20. mars 2021.