- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Nón 25. mai 2022
25-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
Kórið Tarira fyllir 20 ár, og í kvøld verður hetta hátíðarhildið við konsert í Auluni í Finsen - júst sama stað, sum kórið hevði sína fyrstu konsert. Vit hitta kórleiðaran Sunleif Rasmussen og nevndarforkvinnu og sangarinnu Píl Reinert.
Næstu dagarnar verða samkirkjudagar í Føroyum. Dagarnir varpa ljós á kristindómin í landinum, siga fyrireikaranir. Vit tosa við Jógvan Fríðrikson, bisp, og Marjuna í Kálvalíð, um tiltakið, støðuna hjá kirkjuni og kristindóm í Føroyum.
Hoyr alla sendingina her.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022