- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Jóanes Nielsen hevur skrivað nýggjan leik, Portrettið, ið hevur læknastríðið í Klaksvík sum karm.
Tað forkunnuga er, at Jóanes setir saman persónar, sum helst ongantíð hittust. "Portrettið" er sostatt sostatt ein fiktiv søga, men kortini við veruligum persónum sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulív, trúarlív og menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld.
Karmurin er, at Mikines skal mála Kjølbro mitt undir klaksvíksstríðnum, og so kemur Victor Danielsen á gátt.
- Eg visti, at Victor Danielsen skuldi hava ein leiklut sum eitt slag av kyrrandi anda og diplomatur, tí tað kundi jú farið báðar vegir norðuri í Klaksvík, sigur Jóanes Nielsen í hesi samrøðuni, har hann greiðir frá leikinum.
Leikurin verður í løtuni settur upp á Tjóðpalli Føroya.
Hoyr alla samrøðuna við Jóanes Nielsen.