- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tað krevur nakað, at umseta drúgvu og torgreiðu skaldsøguna hjá Carl Jóhan Jensen, "Ó-søgur um djevulskap", til leik.
Men tað hevur listabólkurin Tvazz sett sær fyri. Tí eru tað hugtøk sum blóð, demonar, ræðsla, girnd, tráan og dráp, sum fylla Norðurlandahúsið í hesum døgum. Royndirnar til leikin eru byrjaðar, og leikurin verður frumframførdur 7. august.
Tað er ein sterk norðurlendskari manning sum Tvazz hevur sett saman til handan leikin, og nevnast kann at millum annað viðurkendi pallistaleikstjo´rin Egill Pállsson úr Íslandi leikstjórnar, danin Daniel Wedel hevur skrivað leikritið, sviin Martin Eriksson ger pallmynd og búnar, og so hevur Tvazz fingið Onnu Katrin Øssursdo´ttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen, at seta ljóð og tónar til leikin.
Harumframt ger Súni Joensen ljóssnið og filmslistakvinnan Barbara Lervig ger film og myndir, og hjáparfólk í framleiðsluni eru: Anna Kristin Bæk, Nicolaj Falck, Hja´lmar Dam, Birgith Lassen, Sára Mikkelsen og Felisia Helmsdal.
Lurtið eftir innslagnum um leikin.