Nón

- Eg fái illa nokk sovið fyri orðum
10-06-2021
Soleiðis sigur Tóroddur Poulsen, sum letur upp listaframsýning í Perluni fríggjadagin.

Hann fær hugskot alla tíðina, og veit ikki frá byrjan, um tey enda sum ein yrking ella ein mynd, tí bæði verða fest á pappír við somu hond, men nógv av úrslitunum eru viðmerkingar til samfelagið, sum tað sær út júst ta løtuna.

Tóroddur Poulsen letur fríggjadagin upp framsýning í Perluni í Vágsbotni. Ætlanin var, at framsýningin skuldi lata upp á mentanarnáttini í Havn, men hetta gjørdist sum kunnugt av ongum.

Eisini skuldi Tóroddur lesa upp yrkingar hetta kvøldið, og tey, sum vitja framsýningina í Perluni fáa nú tað besta úr báðum heimum, tí røddin av Tóroddi, ið lesur upp, fylgir teimum, meðan tey skoða listaverkini.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022