Nón

Kenslur flyta vald í ríkinum
09-06-2021
Kenslur hava nógv at siga fyri, hvussu vit tosa um og við hvønn annan í Norðuratlantshavinum, og tað er beinleiðis ein partur av tí búskaparliga

- Kenslur eru knýttar at búskapi, valdi og politikki.

Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, hevur saman øðrum við skrivað áhugaverda grein, sum vísir á, at nýggjar alliansur verða knýttar í Norðurhøvum, nú Arktis broytir altjóða áhugamálini hjá stórveldum.

Londini Ísland, Føroyar og Grønland, sum einaferð hoyrdu og hoyra undir danska ríkið, knýta sambond, sum flyta valdið norðureftir, uttan um Danmark.

Londini knýta seg saman kenslubúskaparliga, og orð sum "brøðralag" og "vinir" eru javnan at hoyra í skáltalum. Og hetta, at kenslubúskapir virka saman við fíggjarligu búskapunum, er ein lutfalsliga nýggj sannkenning, sum ger tað ógjørligt at skilja sundur kenslur, pengar og valdsviðurskifti.

Greinin, sum viðger kenslubúskapir í Norðurhøvum - gomul bond og nýggja vinaløg - stóð í blaðnum hjá DJØF. Hon kann lesast í fullari longd her

Hoyr samrøðuna við Malan Marnersdóttir um kenslur og vald í gamla ríkisfelagsskapinum.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022