- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Kirkjubøkurnar vísa lívið, sum tað var - upp á gott og ringt.
Soleiðis sigur Zacharias Wang, sum vegna forlagið Varðan hevur lagt fram Suðuroystreymoyar kirkjubók 1757-1851.
Hetta er eitt spennandi tíðarskeið í søguni hjá Havnini, tí hetta er tíðarskeiðið, har Havnin tekur seg fram til høvuðsstað.
- Havnin hevði tveir stovnar, sum vóru einastandandi: Einahandilin og Skansan. Føroyar vóru partur av norska ríkinum, og Skansin skuldi mannast við hermonnum. Á ólavsøku komu sýslumenninir við tilsamans níggju ungum monnum, sum skuldu sýnast, um teir vóru víggjaførir. Teir ið kláraðu hesa roynd høvdu fýra ára hertænastu í skansaliðinum. Tá tey fýra árini vóru farin sluppu teir aftur út á bygd, men tá høvdu teir ofta fingið konu í Havn og tímdu ikki at fara avstað aftur, og tí er hetta úrvalslið forfedrarnir hjá havnarfólkunum, sigur Zacharias Wang.
Til ber at lesa nógvar søgur burtur úr kirkjubókunum, um tú dugir. Til dømis sært tú søgur um bæði ótrúskap og annað, sum prestarnir hildu seg hava rætt at viðmerkja.
- Vit hava tikið alt við, einki er lúkað burtur, sigur Zacharias Wang.
Hoyr samrøðuna við Zacharias Wang her.