Nón

Nón 12. mai 2021
12-05-2021
Rithøvundar um at yrkja. Martin Næs við fleiri bókum.

Í rithøvundaprátinum hesa ferð tosa Heðin M. Klein og Vónbjørt Vang um tað at yrkja. Vit spyrja millum annað um, hvat ein góð yrking er, og hvat ein góð yrking ger.

Fyrrverandi landsbókavørðurin, Martin Næs, hevur givið fleiri bøkur út, síðan hann fór frá sum mentanarstjóri í Mentamálaráðnum í fjør summar. Hann hevur týtt seinasta yrkingasavnið eftir Einar Már Guðmundsson "Til rætta viðkomandi", sum kom út herfyri. Og í síðstu viku komu søvnini "Við sjógvin", sum eru týddar yrkingar og kendir sangir úr ymsum heraðshornum, og "Myndir við tíð í", sum eru egnar yrkingar hjá Martini. Martin Næs vitjar í Nón.

Hoyr alla sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022