Nón

Nón 11. mai 2021
11-05-2021
Javni fyllir 50 ár. Vit tosa við Fíu Petersen, Sigruna Wardum, "Spyr Meg" og Dianu í Puntabyrgi

50 ár eru liðin síðani felagið Javni varð sett á stovn, og leygardagin verður stórt hátíðarhald í miðbýnum.

Vit lýstu í Nón í gjár søguna hjá menningartarnaðum í Føroyum og í dag tosa við verandi forkvinnu og undanfarnu forkvinnu í Javna um arbeiðið hjá felagnum í dag og seinnu árini.

Eisini tosa vit við tvær ungar kvinnur úr "Spyr Meg", sum er nevnd undir Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna.

Vit enda sendingina við samrøðu við Dianu í Puntabyrgi, sum var forkvinna í Javna í tilsamans níggju ár. Hon og maðurin, Finn, fingu tvey børn við menningartarni í 1960´unum.

Diana greiðir frá lívínum og umstøðunum hjá teimum og børnunum, og um hvussu Javni og aðrir felagsskapir hava verið við til at skapa vitan um og betri livikor fyri menningartarnaði í Føroyum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022