- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Halda røðu fyri Javna
11-05-2021
Maiken S. Olsen og Herdis J. Johannesen eru í nevndini hjá Spyr Meg, sum er undirnevnd undir Javna, og millum onnur skulu tær halda røðu.
Leygardagin, tá Javni hátíðarheldur 50 ára stovningardagin verða røður hildnar á Vaglinum. Ein teirra verður borin fram av nevndarlimunum í Spyr Meg, sum hevur til endamáls at geva teim menningartarnaðu sjálvum eina rødd. Nón hitti tær báðar, forkvinnuna og nevndarlimin til eitt prát um Spyr Meg og uppgávur teirra.
Nevndin hevur fingið hjálp til at skriva røðuna til hátíðarhaldið, men limirnir fara sjálvir á pallin at ynskja Javna til lukku.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022