Nón

Beinta var als ikki ill
05-05-2021
Eingi tekin eru í søguligum tilfari um, at Beinta var ill av sinni; heldur tvørtur ímóti, heldur annar av rithøvundunum handan nýggja bók um Beintu

Sjálvt um hon livdi fyri 300 árum síðan, so kenna vit øll søguna um Beintu, og um tú spyrt Magna Laksáfoss, sum saman við mammuni Lydiu Laksáfoss gevur út bók um hesa megnarkvinnu, so er orsøkin til at Beinta enn er kend hon, at Beinta er tað tættasta vit koma einum royalum føroyingi. Men mangt av tí vit vita stavar úr skaldskapi, og er kanska tí ikki heilt satt.

Lydia Laksáfoss hevur altíð havt stóran áhuga fyri søguni og hevur í mong ár savnað saman søguligt tilfar, sum nú er skrivað niður í tað, sum verður fyrra bind av tveimum um Beintu.

Vit eru ættað úr Miðvági, og tí hava søgur um Beintu altíð verið til í okkara familju, men tað vit kendu vóru bert brot úr søguni, og tá mamma hevði savnað saman so nógv tilfar um hana, so settu vit okkum fyri at fáa hetta skrivað niður og sett saman.

Úrslitið fyri fyrst er ein bók á 168 síður, sum Erling Laksáfoss hevur myndprýtt, sum sigur frá fyrra partinum av lívinum hjá Beintu.

Nógv gransking hevur verið gjørd fyri at fáa hesar myndir at vera so samtíðarhóskandi sum gjørligt, og sjálvt um fáar ella ongar beinleiðis søguligar tilsipingar eru til útsjóndina hjá Beintu og familju hennara, so skínur persónleiki teirra ígjøgnum tær søguligu frágreiðingar sum finnast, og hesar liggja so til grund fyri myndirnar.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022