Nón

Reiley miðjar ímóti popp-tindunum
04-05-2021
Rani Petersen, við listanavninum Reiley, hevur 11,1 millión fylgjarar á TikTok og fekk plátusáttmála, áðrenn hann hevði givið nakað lag út.

Tónleikaleiðin hjá Rana Petersen - við listanavninum Reiley - er heldur óvanlig. Frá ongan tónleik at hava givið út hevur hann uppá fá ár fingið 11,1 millión fylgjarar á sosiala miðlinum TikTok, og í desember 2019 skrivaði hann undir sáttmála við stóra amerikanska plátufelagið Atlantic Records. Alt hetta áðrenn hann hevði givið nakað lag út. Fyrsta staklagið - "Let it Ring" - kom út í mars í ár. 

Rani er vorðin kendur gjøgnum sosialar miðlar - serliga gjøgnum TikTok, har hann hevur lagt stutt sjónbond út við brotum úr egnum sangum. Hann legði sítt fyrsta sjónband á Tiktok í 2019, og nærum øll sjónbondini hava sama einfalda útrykk; ein litføgur, einslitt bakgrund og so Reiley við sínum sermerkta, litfagra klædnastíli, hári og úttrykki. Hetta er eftir øllum at døma nakað, sum sera nógvum dáma - tí heili 124 milliónir hava dámað hansara TikTok síðu.

Tað er ikki bara úttrykkið hjá Reiley, sum er ørðvísi, men eisini hugburðurin. Á heimasíðu síni skrivar Reiley, at hann heldur seg vera føddan til at undirhalda, og eisini vil hann við sínum sertaka útrykki víðka mørkini fyri og ímyndina av, hvat ein mannligur popp-tónleikari er í 2021.

Reiley sigur, at hann vil liva av at gera tónleik og undirhalda fólk, og hann miðjar ímóti at sleppa heilt upp á popp-tindarnar.

Vit fingu orðið á Rana, sum í løtuni er búsitandi í London.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022