Nón

Nón 13. apríl 2021
13-04-2021
Hetjutema heldur fram og hesaferð snýr Nón seg um hetjur í filmum og hetjuhugtakið í fólkaskúlanum.

Hetjur í filmum hava hugtikið okkum í nógv áratíggju eftir hondini, men hví dámar okkum so væl at hyggja at hetjufilmum og er filmshetjan hin sama í dag sum hon var fyri 50 árum síðan? Pætur Marjunarson Dahl greiðir frá um superhetjur, antihetjur og hetjufrymilin.

Er hugtakið hetjur nakað, sum arbeitt verður við í fólkaskúlanum, eitt nú til at skapa góðar fyrimyndir hjá børnunum? Og eru serliga avbjóðingar við at menta, mynda og geva børnum góðar fyrimyndir, í eini tíð, har børn sjálvi kunnu avgerða, hvørjum tey lurta og hyggja eftir á internetinum?

Hesir stóru spurningar verða settir Jónleifi Johannesen, varaskulastjóra í Skúlanum við Løkin og Beintu Vang serlærara og AKT-lærara í Skúlanum á Skúlatrøð.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022