Nón

Tónleikur møtir sjónleiki á Tjóðpallinum
30-11-2020
Tjóðpallurin hýsir klassiska teaturkonsert í samstarvi við opera.fo

Tað er deiligt at uppliva, at føroyingar nú kunnu gera eina slíka skrá.

Soleiðis sigur Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur, sum er ein av teimum fýra opera-sangarunum, sum framføra operatónleik á Tjóðpallinum í hesum døgum.

Saman við honum syngja sopranurnar Birita Adela Davidsen og Birita Poulsen, umframt Herfinnur Árnafjall, sum er bariton. Sostatt eru fýra føroyskir operasangarar á palli saman, og tað er eitt nýbrot.

Kapellmeistari er Jóhannes Andreasen, sum eisini er við í sjónleikinum, og Annfinnur Heinesen er leikstjóri og bindur leikin saman sum frásøgufólk.

"Soirée Fantastique" er samstarv millum Tjóðpall Føroya og Opera.fo, sum við hesum hevur sett sín næsta leik á pall. Leikurin verður sýndur hvønn dag fram til 9. desember.

Hoyr samrøðuna við Ernst Sondum Dalsgarð, Jóhannes Andreasen og Annfinn Heinesen, sum seta klassisku teaturkonsertina í ein størri samanhang.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022