Nón

Nón 9. juli 2020
09-07-2020
Nýtt tónleikaverk eftir Suna F. Jacobsen til Aldubáruna. Barnaklæði við øðrvísi boðskapi. Og føroysk yrkisbók týdd til danskt.

Fyri 40 árum síðani komponeraði Suni Jacobsen eitt lítið tónleikaverk til eina strúkikvartett á sínum orgli. Mánadagin upplivdi hann tað so fyri fyrstu ferð. Vit hoyra stykkið og fáa orðið á Suna, ið annars er kendur sum táttayrkjari.

Barnaklæði eru við til gera kynsleiklutirnar eintáttaðar. Tað heldur Marjun Berbisá, sum hevur tikið sakina í egnar hendur. Hon selur klæði - við einum øðrvísi boðskapi - til smágentur .

Helst fyri fyrstu ferð verður ein rein yrkisbók umsett úr føroyskum til danskt. Vit hitta høvundin Helga Rasmussen, sum hevur skrivað "Finn teg í organisatiónini", ið nú kemur út á Hans Reitzels forlagi.

Øll sendingin kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022