Nón

Rani Nolsøe frændaleysur
24-01-2020
60 ára gamli Rani Nolsøe er farin solo fyri fyrstu ferð, og útgávan er merkt av staðnum, hann er í lívinum

Kanska er ein reyður tráður, at ein er vorðin eldri, heldur Rani.

Á fløguni eru lívgandi løtur, kærleiki til fosturlandið, onkrar nemandi persónssøgur, nakað um lívið, um at missa og enntá rokkut sjómanslív á Flemish Cap.

Lívsins málningur fær fleiri litir, og man upplivir miss og mótgongd. So tá tú lendir á báðum beinum sum 60 ára gamal og gevur tína fyrstu solofløgu út, so hevur tú upplivað ymiskt, sum ger at lívið hevur fingið fleiri brigdi, enn tá tú vart ungur. Kanska tað hoyrist.

Frændin Rani Nolsøe, sum saman við hinum frændunum í Klakvsík, var partur av føroyska ljóðsporinum øll 80- og 90-árini, hevur loksins halgað seg til tónleikin burturav, og burtur úr er komin ein solo-fløga.

Vit høvdu nøkur fantastisk ár í Frændum, sigur Rani millum annað í hesi samrøðuni, har vit fara aftur um tónleikaútgávuna, frændan Rana og onkur av einstøku løgunum.

Tað lá ikki í kortunum, at Rani skuldi gera so nógv meira við tónleikin eftir árini í Frændum. Hann tók eina langa kandidatútbúgving í samfelagsfrøði og tøkni. Í nógv ár arbeiddi hann við síni yrkisleið, serliga við íverksetan. Nú hevur hann spælt sum trubadurur í 10 ár, og krúnan á verkinum eru 10 nýggj løg, sum eru gjørd síðstu árini.

Hoyr alla samrøðuna við Rana her - har vit eisini spæla fleiri av løgunum á útgávuni Ókendar leiðir, sum er finna á Spotify og iMusic, og í februar kemur út á fløgu.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022