Franz Beckenbauer deyður 

Franz Beckenbauer deyður 
Eitt av størstu fótbóltsnøvnum í søguni, týski Franz Beckenbauer, ella bara Keisarin, er deyður, 78 ára gamal 
Franz Beckenbauer gjørdist 78 ára gamal
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.01.2024 - 18:01

Hann bleiv bara róptur Keisarin, Franz Beckenbauer, tí hann stýrdi fótbóltsdystum sum ein annar keisari afturi frá verjuni, har hann spældi sum tað tey róptu libero. 

Franz Beckenbauer, ið nærmast uppfann hendan serliga leiklut á vøllinum, er ein av bestu fótbóltsleikarum gjøgnum tíðirnar og kann metast við so frægar leikarar sum Pele, Maradona, Zidane, Messi og Ronaldo. 

Men tað er júst fintan, tí hóast Keisarin var verjuspælarin, so hevði hann ein leysan leiklut, ið gjørdi, at hann kundi fara framvið í álop. So í grundini var hann eitt slag av fullkomnum fótbóltsleikari, tí hansara rate fram eftir vøllinum vóru tiltikin. 

 

Føddur í 1945

Franz Anton Beckenbauer varð borin í heim 11. september 1945 í München og vaks upp í arbeiðarabýarpartinum Giesing. 

Longu sum níggju ára gamal byrjaði hann at spæla fótbólt við lokala felagnum SC München, og fimm ár seinni vóru boð eftir honum í Bayern München, sum um hetta mundi als ikki var vorðið tað stórfelag, sum tað er í dag. 

Upprunaliga spældi Franz Beckenbauer sum áleypari, men hann bleiv seinni fluttur aftur á miðvøllin, har hansara framúrskarandi yvirblikk og skil fyri spælinu kom betur til sín rætt. Seinni endaði hann sum libero í verjuni. 

 

Vann Ballon d'Or tvær ferðir

Fyrsta dystin á týska landsliðnum spældi Beckenbauer í 1965, og hann var liðskipari, tá Týskland vann bæði EM í 1972 og HM í 1974 á heimavølli í Týsklandi. 

Franz Beckenbauer hevur eisini vunnið alt, ið er vert at vinna við Bayern München. Fýra týsk meistaraheitir og tríggjar Europa Cup fyri meistaralið - tað, sum í dag eitur Champions League. 

Bæði í 1972 og 1976 fekk Franz Beckenbauer eisini sonevnda Ballon d'Or-heiðurin, fyri at vera besti leikari í Evropa. Keisarin er einasti verjuleikari, ið hevur vunnið heiðurin tvær ferðir. 

Franz Beckenbauer spældi sín landsdysti nummar 103 í 1977, ið eisini gjørdist hansara síðsti. 

 

Vann eisini HM sum venjari

Umframt Bayern München, so spældi Keisarin fyri New York Cosmos og Hamburger SV, áðrenn hann setti gaggurnar á hillina í 1983. 

Longu í 1984 byrjaði Franz Beckenbauer sum venjari fyri týska landsliðnum, ið var hansara fyrsta venjarastarv.

Longu í 1986 vann hann silvur við HM í Meksiko. Síðani bleiv til bronsu til EM í 1988, áðrenn Franz Beckenbauer førdi Týskland til HM-gull í Italia í 1990. 

Franz Beckenbauer skrivaði seg inn í søgubøkurnar sum bert tann næsti, ið vann HM sum bæði leikari og venjari. Tann fyrsti var Mario Zagallo úr Brasilia, ið vann sum leikari í 1958 og 1962 og sum venjari í 1970. Síðani hevur franski Didier Deschamps eisini gjørt teimum kynstrið eftir, tá hann vann HM í 1998 sum leikari og í 2018 sum venjari. 

Beckenbauer vann eisini týska meistaraheitið sum venjari hjá Bayern München í 1994. 

Keisarin var 78 ár nú hann handaðist. 

Kvøðurnar til Keisaran floyma út á sosialu miðlarnar. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216