Heartist

Heartist
11-01-2024

Í sendingini "Heartist", vit kundu kanska kallað tað hjartalist ella list frá hjartanum, fylgja vit við í gerandisdegnum og arbeiðinum hjá Sigrun Gunnarsdóttir, sum er eitt av kendastu nútíðar listafólkunum í Føroyum. Litríki og einfaldi stílurin hevur givið endurljóð í listaheiminum og er viðurkendur bæði her heima og uttanlands. Sendingin leitar inn í hennara listarligu visjón, persónligu avbjóðingar og eginleikar.

Heartist

Heimildarfilmur um føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir.

Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað, Rógvi Per Rasmussen hevur filmað, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleik og ljóðmynd. Animatiónirnar hevur bretska Katy Beveridge gjørt.

 

Heartist er tøkur á kvf.fo til og við 11. juli 2024.

11-01-2024
Hóskvøldið eftir Dag og viku vísa vit stórsligna heimildarfilmin HEARTIST. Ein filmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir.
08-01-2024